Maglia rosso passione

Maglia rosso passione (2010-)
Maglia ciclamino (1970-2009)

Maglia rosso passione ella stigtroyggjan í Giro d'Italia er reyð. Tann ið fær flest stig á teinunum sleppur at vera í reyðu troyggjuni. Reyða troyggjan varð tikin í nýtslu í 1967, men í 1970 varð hon skift út við eina lilla troyggju, ið varð í nýtslu til 2009. Lilla troyggjan nevndist Maglia ciclamino (Navnið kemur frá litinum á alpublómuni cyclamen). Í 2009 varð tann reyða troyggjan aftur tikin í nýtslu.

Francesco Moser og Giuseppe Saronni hava vunnið troyggjuna fýra ferðir, meðan Mario Cipollini, Roger De Vlaeminck og Johan Van der Velde hava vunnið hana tríggjar ferðir hvør.

Reyða troyggjan í Giro d'Italia svarar til grønu troyggjuna í Tour de France og tað bláu troyggjuna í Vuelta a España.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy